Leiðari fyri HR, HTUG og samskifti til Faroe Ship

Faroe Ship leitar eftir einum virkisførum og úrslitasøkjandi leiðara, sum skal standa á odda fyri HR, HTUG og samskiftinum hjá felagnum. Leiðarin er partur av leiðslubólkinum hjá Faroe Ship

Vil tú verða ein av okkum?

Starvið

Faroe Ship hevur seinnu árini verið fyri einari skipaðari strategiskari menning. Menningin gongur skjótt og tískil leitar Faroe Ship eftir tí rætta fólkinum at flyta okkum enn longur fram á leið. HR og HTUG virkisøkini eru raðfest, men tørvur er á einum leiðara, sum hevur visiónirnar og støðufestið at føra arbeiðið allan veg á mál.

Heilsa, trygd, umhvørvi og góðska eru løgd í eina innanhýsis HTUG skipan, ið leggur seg tætt upp at galdandi ISO standardum, men skipanin skal støðugt mennast og haldast við líka, og hetta kemur nýggi leiðarin at standa fyri.

Leiðarin hevur gerandis HR uppgávur um hendi, so sum sáttmálaviðurskifti, rekruttering, starvsfólkamenning og starvsfólkavegleiðingar. Ráðgeving og menning innan starvsfólkaleiðslu og starvsfólkamenning er eisini partur av virkisøkinum.

Sum partur av leiðsluni hevur leiðarin fyri HR, HTUG og samskifti ábyrgdina av innanhýsis samskiftinum, hevur marknaðar- og stuðulsbudgettið undir hond og hevur fastan leiklut sum leiðsluskrivari og innanhýsis samskipari.

Leiðarin hevur eisini ein lyklaleiklut í burðardyggu umleggingini. Faroe Ship hevur bundið seg til at taka týdningarmikil stig á burðardyggu leiðini, sum allur heimurin komandi tíðina fer at ganga. Tað er av týdningi, at Faroe Ship heldur ásett mál, men tað er eisini av týdningi, at ókomin mál verða sett og skynsamar loysnir, sum minka um fótafet felagsins, verða funnar.

Førleikakrøv og væntanir

Vit leita eftir einum fakliga sterkum leiðara, sum skjótt evnar at seta seg inn í kompleksar uppgávur, samstundis sum annað eygað verður hildið á kritiskum smálutum. Fakligur stoltleiki hevur týdning har sett mál verða rokkin og avgreidd. Vit leita eftir tær, sum er bæði røkin og nýhugsandi av lyndi, har nýggj vitan, nýggir førleikar og loysnir liggja tær á sinni.


Vit vænta, at umsøkjarar hava prógv frá hægri lærustovni. Umsøkjarar mugu hava innlit í arbeiðsmarknaðarviðurskifti, kunnleika og royndir við HTUG skipanum og meistra eitt livandi og lætt samskifti á skrift og í talu. Opinleiki og dirvi at siga sína hugsan hava týdning.

Fakliga sterkur

Røkin og nýhugsandi

Royndir við HTUG skipanum

Prógv frá hægri lærustovni

Meistra eitt livandi og lætt samskifti á skrift og í talu


Lønarviðurskifti og umsókn

Lønin verður avtalað í samsvari við førleikar og royndir. Umsókn við viðkomandi skjølum skulu sendast til bpn@faroeship.fo Umsóknarfreistin er 22. november 2021

Umsókn

Hevur tú spurningar um starvið, er tú vælkomin at venda tær til Boga Petursson Nielsen, stjóra, á telefon 549000 ella bpn@faroeship.fo

Vil tú verða ein av okkum?

Faroe Ship

Faroe Ship er partur av sterkastu flutningsketuni í Norðurhøvum, umframt at Faroe Ship er altjóða umboð hjá Maersk. Faroe Ship eigur og rekur eisini skundflutningsfelagið Faroe Express, skipaumboðsfelagið Faroe Ship Agency og hevur pakkhús, vøruhotell og frystigoymslur. Umleið 100 fólk arbeiða fast hjá Faroe Ship, sum tískil er eitt av stóru feløgunum í Føroyum.

Faroe Ship © All 2021 All rights reserved.

Design by Hugarok