Skrivstovufólk

til Faroe Ship

Faroe Ship søkir eftir einum virknum starvsfólki til kundatænastuna at taka sær av tolling og øðrum uppgávum

Vil tú verða ein av okkum?

Starvið

Í kundatænastuni hjá Faroe Ship arbeiða 10 starvsfólk, sum taka sær av samskifti við viðskiftafólk, skráseting av góðsi, tolling og flutningssamskipan.

Kundatænastan leggur dent á eitt gott og virkið samskifti, góða og skjóta tænastu og virkar í gerandisdegnum sum snúningsmiðdepilin í Faroe Ship. Vit leggja stóran dent á tollingina, sum vit í gerandisdegnum gera fyri kundar okkara. Tollingin skal avgreiðast rætt og skjótt til fyrimuns fyri bæði viðskiftafólk okkara og okkum sjálvi.

Tín gerandisdagur í Faroe Ship kemur fyrstu tíðina í stóran mun at snúgva seg um tollavgreiðslu, men menningin gongur skjótt innan økið, so tað er av týdningi at duga at laga seg til nýggjar uppgávur.

Vit bjóða í stuttum eitt spennandi og áhugavert starv, har menningin og innihaldið í starvinum flytir seg skjótt. Harumframt bjóða vit ein sterkan felagsskap í einum óformligum og gevandi umhvørvi.

Førleikar

Vit leita eftir umsøkjarum, sum hava í minsta lagi FFS, HH, HTX, HF ella studentsprógv, umframt at vit fegin síggja umsøkjarar, sum hava royndir frá skrivstovuarbeiði, skjalahaldan og dokumentatión. Vit vænta av tær, at tú:

Hevur nærlagni og bindindi til at skráseta og góðskutryggja

Er heimavand/ur í Office pakkanum

Er forvitin av lyndi og hevur støðugt hug til at tingini verða gjørd betri og einfaldari

Megnar at hugsavna teg um fleiri ting í senn

Leggur dent á gott samstarv og dámar væl at tingini verða avgreidd

Hugsar sjálvstøðugt, men eisini dámar toymisarbeiði


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin er sambært avtalu.


Umsókn

Umsóknir saman við ævilýsing og prógvum skulu sendast til jobs@faroeship.fo í seinasta lagi 3. desember 2021.

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Tóru Poulsen, leiðara á kundatænastuni á telefon 549016.

Vil tú verða ein av okkum?

Faroe Ship

Faroe Ship er partur av sterkastu flutningsketuni í Norðurhøvum, umframt at Faroe Ship er altjóða umboð hjá Maersk. Faroe Ship eigur og rekur eisini skundflutningsfelagið Faroe Express, skipaumboðsfelagið Faroe Ship Agency og hevur pakkhús, vøruhotell og frystigoymslur. Umleið 100 fólk arbeiða fast hjá Faroe Ship, sum tískil er eitt av stóru feløgunum í Føroyum.

Faroe Ship © All 2021 All rights reserved.

Design by Hugarok